Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof høvdu torføran arbeiðssetning í seinnu fjórðingsfinaluni í svensku steypakappingini móti Hammarby í kvøld.
Hammarby vann fyrru fjórðingsfinaluni í Stokkhólmi 40-34, og tí skuldi Sävehof vinna við sjey málum í kvøld.
Í hálvleikinum var Sävehof aftanfyri 13-17, og samlað 47-57. Tað batnaði nakað í seinna hálvleiki, men Sävehof tapti 29-30, og samlað 63-70 fyri Hammarby.
Óli Mittún gjørdist saman við Alexander Westby næstbesti málskjúttin hjá Sävehof við fýra málum. Toppskjútti hjá Sävehof gjørdist William Andersson Moberg við níggju málum.
Sävehof vann annars steypakappingina í fjør.
Nú kann Sävehof fokusera 100 prosent uppá kappingina í bestu svensku deildini.
Sävehof er næstfremst í deildini við 17 stigum, fýra stig aftanfyri oddaliðið, Kristianstad.
Fríggjakvøldið klokkan 18 spælir Sävehof grannauppgerð móti Redbergslid á útivølli.