Óli og Sävehof komu á sigursslóðina aftur

Sävehof liggur væl fyri at enda millum tvey tey ovastu liðini í grundspælinum

Tað kom eitt sindur dátt við hjá Óla Mittún og liðfeløgunum í Sävehof at tapa 26-27 (15-16) fyri Hammarby í útidysti í bestu svensku hondbóltsdeildini farna vikuskiftið. Talan var um fyrsta tapið hjá Sävehof í deildini í hesum árinum.

 

Sävehof vann fyrr í dag stórsigur 38-27 á Helsingborg í Partille. Í steðginum var Sävehof á odda 18-13.

 

Óli skoraði tvey mál fyri Sävehof í dag. Stóri leikarin hjá Sävehof í dag var Sebastian Karlsson sum skoraði heili 14 mál.

 

Sävehof er næstfremst í deildini við 35 stigum. Kristianstad er fremst við 38 stigum. Ystad er nummar trý við 27 stigum, so vónirnar hjá Sävehof at enda millum tvey tey ovastu liðini í grundspælinum eru góðar. 

 

Endar Sävehof næstfremst í grundspælinum skulu teir spæla fjórðingsfinalur móti nummar sjey í grundspælinum.