Effodeildin: Veteranurin og liðskiparin hjá TB, Óli Johannesen heldur, at alt gongur ímóti í hesum døgum, bæði hepnið, marginalar og dómaraavgerðir. Hetta staðfesti hann aftaná 1-4 ósigur á heimavølli við Stórá í Trongisvági ímóti NSÍ.
NSÍ-venjarin, Heðin Askham var hinvegin fegin um, at hansara spælarar reistu seg aftaná 1-5 ósigurin ímóti EB/Streymi farna mikukvøld, og hann gleddist um ein disiplineraðan innsats.
Undir myndini ber til at hoyra tað, sum Óli Johannesen og Heðin Askham søgdu í sendingini "3. hálvleikur" á Rás2 ígjár.









