Onki er at ivast í, hvør er Evropa Cup-málslúkur nummar eitt hjá KÍ. Olgar Danielsen hevur skotið mál í trimum Evropa Cup-heimadystum hjá KÍ, og hann er framvegis tann føroyski leikarin, ið hevur skotið flest Evropa Cup mál.
Seinast Újpesti var á vitjan á Svangaskarði, tá var Olgar eisini á plettinum. Minnirííkasti Evropa Cup- dystur hjá KÍ higartil, er uttan iva dysturin ímóti Maccabi Haifa í 1995.
Í oysandi regni sendi KÍ ísraelska liðið, við m.a stjørnum sum Eyal Berkovic og Haim Revivo á liðnum, heimaftur við einum 3-2 ósigri. Hetjan hjá klaksvíkingum var sum ikki einaferð Olgar Danielsen, ið skeyt øll trý málini hjá KÍ.
Klaksvíkingar fingu annars mál í trimum teimum fyrstu heimadystunum, men báðar teir seinastu Evropa Cup-dystirnar hevur gingið minni væl, kanska serliga ímóti Grazer, tá KÍ mátti leggja rygg til eitt 5-0 tap.
Frá liðnum, ið spældi fyrsta føroyska Evropa Cup heimadystin nakrantíð ímóti Skonto Riga 1992, eru enn Kurt Mørkøe, Allan Mørkøre, Jan Andreasen, Harley Bertholdsen, Jan Joensen at finna á besta liðnum hjá KÍ.
Tað eru sostatt 10 ár í ár síðan føroysk feløg á fyrsta sinni royndi seg í Evropa Cup.