Argjagentan Olga Kristina Hansen og Doris í Garði av Eiði spæla í komandi kappingarári við AB. Tað skrivar heimasíðan hjá argjamonnum í dag.
Landsliðsleikararnir báðar hava seinnu árini spælt við føroyameistarunum úr KÍ, men skulu nú royna at lyfta AB upp á ovastu rók í kvinnufótbólti.