Ole Wich sýnir fram í Müllers Pakkhúsi

Listamaðurin, Ole Wich, fylti 70 ár hin 4. november. Hann hevur verið virkin í Føroyum síðan í 1980’unum.

Umframt framsýningina, sum stendur í Listasavninum fram til 13. desember, letur Ole Wich nú upp annan part av retrospektivu framsýningini í Müllers Pakkhúsi.

 

Henda framsýning, ið hevur heitið ”retrOWspektIIv. Ole Wich - kunst i bakspejlet”, kann síggjast í Müllerspakkhúsi til hin 19. november.

 

Orsøkin til framsýningina er, at listamaðurin Ole Wich fyldi 70 ár hin 4. november og hevur verið virkin í Føroyum síðan í 1980’unum.

 

Sjálvur greiðir listamaðurin soleiðis frá:

 

- Eg havi við listaligum arbeiði verið rættiliga víða um og nomið við ymisk úttrykk og brúkt ymiskt tilfar og miðlar. Tað kann føra við sær, at áskoðarin kann hava trupult at kenna verkini aftur, eftirsum tey skifta í úttrykki, stíli og metodu, sigur Ole Wich undan upplatingini fríggjadagin.

 

Hann vísir á, at tey mongu ymisku verkini og verkætlanirnar - í ymiskum tilfari og miðlum - hava mong ymisk nøvn. 

 

 - Júst tí havi eg givið út ein avrikslista, sum er innbundin í stórari í bók við heitinum »Ole Wich kunst. Autobiografisk œuvre frem til 2023«.

 

##med2##

 

Listamaðurin vísir á, at her kann greiða fáast á mest sum øllum hansara verkum síðan 1987.

 

Á retrospektivu framsýningini kunnu síggjast verk, ið eru umrødd í bókini. Bókin og fleiri av framsýndu verkunum kunnu keypast á framsýningini fríggjadagin. 

 

Framsýningini í Müllers Pakkhúsi er opin hvønn dag frá klokkan 14-19 fram til 19. november.

 

##med3##

 

##med4##