- Vit hava arbeitt hart fyri at fáa Ole Gunnar sum venjara, sigur formaðurin í Molde, Erik Berg.
Venjarin hjá eykaliðnum hjá United er best kendur fyri at skora avgerandi málið móti Bayern München í Champions League finaluni í 1999.
Solskjær tekur við eftir Uwe Rösler, ið var fyribils venjari hjá Molde. Ole Gunnar spældi í tvey ár fyri Molde, áðren Manchester United keypti hann í 1996.
Ole Gunnar Solskjær legði skógvarnar á hillina og var útnevndur venjari hjá eykaliðnum hjá United í 2008.
Solskjær vann seks meistaraheiti, tvær FA cups og eitt Champions League heiti við Manchester United, skrivar BBC.