? Hendrik Old hevur tikið eina persónliga avgerð, sum hann sjálvur má taka ábyrgd av. Hann er fólkavaldur tingmaður, og eg havi ikki mandat at revsa hann fyri ikki at møta.
Hetta sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðafloksins, til avgerðina hjá Hendriki Old um at sýta fyri at møta, tá tingið verður sett á ólavsøku, av tí, at setanin í ár fellur á ein sunnudag.
Jóannes Eidesgaard vísir á, at Hendrik Old hevur tikið avgerð í einum máli, sum ikki kann metast sum eitt politiskt mál. Og tí kann ikki sigast, at hann stríðir móti tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum.
Men í viðtali við Sosialin leygardagin royndi Hendrik Old at gera avgerðina politiska. Hann segði tá soleiðis við Sosialin:
»Fyri meg er hetta málið ikki ein átrúnaðarligur spurningur. Hetta er ein spurningur, um tingið skal virða, at sunnudagurin er frídagurin hjá øllum. Gongdin í samfelagnum í dag er, at sunnudagurin meira og meira verður gerandisdagur, so tímalønt fólk eru noydd at arbeiða sjey dagar um vikuna. Og eg haldi, at tingið má ganga undan at vísa, at sunnudagurin er frídagur. Serliga nú, vit fara inn í oljuvinnuna.«
Hetta hevur Jóannes Eidesgaard ikki stórvegis viðmerkingar til. Hann sigur bert, at tað er lógarfest í stýrisskipanarlógini, at tingið skal setast á ólavsøku, sjálvt um hetta fellur á ein sunnudag. Og tí heldur hann, at tingmenn skuldu havt gjørt vart við seg fyri seks árum síðani, tá lógin varð samtykt.
? Eg eri ikki persónliga samdur við Hendriki í hesum máli. Eg fari sjálvur at møta til tingfundin, og tað rokni eg eisini við, at restin av tingmanningini, burtursæð frá Hendriki Old, fer at gera, sigur Jóannes Eidesgaard.
Formaður Javnaðarfloksins staðfestir, at samstarvið í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum er gott, og at avgerðin hjá Hedriki Old ikki fer at broyta upp á hetta.
? Hendrik hevur tikið eina persónliga avgerð, ið ikki er politisk, og tað skal hann hava loyvi til, sigur Jóannes Eidesgaard.