Old kannar tunnil til Suðuroyar

Suðuroyartunnil skal á politiska dagsskrá, sigur landsstýrismaðurin í samferðslumálum.

Suðuroyartunnil skal á politiska dagsskrá, sigur landsstýrismaðurin í samferðslumálum.

 

Henrik Old sigur í Sosialinum mánadagin, at nú skal tunnilin til Suðuroyar á politiska borðið, og nevnt verður millum annað, at Smyril eldist, og at ein nýggjur helst skal byggjast um eini 15 ár og at hetta kostar sera nógv.

 

Henrik Old, landsstýrismaður, vónar at kunna siga suðuroyingum, at byrjað verður uppá Suðuroyartunnil, tá tunnil til Sandoynna er liðugur.