Ólavur á Váli hevur í dag latið nýtt staklag úr hondum.
Sangurin kallast "Gráfelli", og hetta er eitt samstarv millum Magna Husgaard, Ólav á Váli og Páll Isholm.
Magni Husgaard hevur gjørt lagið, og Páll Isholm hevur skrivað tekstin.
– Magni vísti mær hetta lagið fyri nøkrum vikum síðani, og síðan tá hava vit arbeitt upp á tað í studionum. Eg eri heilt væl nøgdur, sigur Ólavur á Váli.
Sangurin er upptikin í studionum hjá Ólavi á Karlamagnusarbreyt.
Amerikanarin Reggie Duncan spælir steel guitar. Magni Husgaard spælir klaver og Hammond, og restina hevur Ólavur tikið sær av.
Hoyr "Gráfelli" her:
##med2##