Ólavur á Váli Olsen gevur nýtt lag út

Hoyr lagið "Dýrabarar løtur" her.

Ólavur á Váli Olsen hevur givið enn eitt nýtt lag út.

 

Lagið kallast "Dýrabarar løtur", og teksturin er skrivaður av Ólavi sjálvum. Hann hevur eisini gjørt lagið.

 

Annars eru hetta upplýsingarnir um lagið:

 

Steel guitar: Reggie Duncan

 

Øll onnur ljóðføri, sang & kór: Ólavur á Váli Olsen

 

Framleitt, upptikið, ljóðblandað og mastrað av Ólavur á Váli Olsen í Kartney Music, 2024

 

Hoyr lagið her:

 

##med2##

 

Teksturin er her:

 

Stokkut gjørdist tíðin, tú hevði foldum á,

 

Dreymar fyri framman, framtíðin var bjørt

 

Einki var ógjørligt í tínum hugaheimi

 

Fevnandi, smílandi - mong hjørtu hevur rørt

 

Títt lætta blíða lyndi eg minnist aftur á

 

Láturin so eyðkendur - eg ikki gloyma kann

 

Stórt rúm í mínum hjarta, tú altíð fer at eiga

 

Hóast alt er myrkt og svárt - kærleikin hann vann

 

Dýrabarar løtur, tey minnini rík

 

Í tonkum mínum liva, ein dýrgripur er

 

Troyst og frið mær geva, í hesi sorgartíð

 

Gævi ongantíð teg gloymi, í ævir hjá mær ver

 

Nú tá tú ert farin, størsta vón mín er

 

Ein dag vit aftur síggjast, handan himnaskíggj

 

Tá aftur eru saman, ganga lið við lið

 

Gleðin tá er ævig, sorgin burtur er