Eru liðug at kanna prísin hjá Posta fyri at koyra mat

Kappingareftirlitið hevur niðurlagt eft­ir­lits­mál­ið um útboð av matarkoyringin hjá Tórs­havn­ar kommunu

Kappingareftirlitið hevur kannað um P/f Posta hevur nýtt ránsprís í sambandi við út­bjóð­inga hjá Tórshavnar kommunu av mat­ar­koyringin. 

Niðurstøðan hjá Kappingareftirlitinum er, at P/f Posta ikki hevur nýtt ránsprís í stríð við § 11, í kappingarlógini. Kappingareftirlitið hev­ur tí tikið avgerð um at niðurleggja eft­ir­lits­málið.