Ólavsøkurenningin 2022

Eingin Ólavsøka uttan siðbundnu Ólavsøkurenningina og soleiðis verður aftur í ár.

Karmarnir um renningina eru niðri á Skálatrøð. Har er slætt og gott at renna og ikki minst er tað sera áskoðaravinarligt. Fólk úr øllum heraðshornum plaga at luttaka og hjá fleiri er hetta byrjanin til Ólavsøkuna. Teinurin hjá teimum vaksnu er 5 km, og kann tað viðmælast ungum, sum eldri, vandum og minni vandum, at renna við.

 

Børnini plaga heldur ikki at smæðast burtur og meira enn eina ferð er tað hent, at onkur nýggj stjørna stingur seg fram um hini og vinnur óvæntað. Børnini renna styttri, enn tey vaksnu.

 

Teinarnir eru frá 430 metrum til 1,3 km. Børnini byrja og renna kl. 18 og tey vaksnu renna kl. 18.30, ella tá børnini eru komin á mál. Heiðursmerkini hjá børnunum handa vit so hvørt, so tey sleppa undan at bíða ov leingi.

 

Vit í Bragdinum gleða okkum altíð til Ólavsøkurenningina og vóna at nógv koma at renna við.

 

Tilmeldingin er latin upp og vóna, at tit, sum fegin vilja luttaka, melda til í góðari tíð. Lættari er tá hjá okkum at skipa fyri. Farið inn á bragdid.fo og veljið ólavsøkurenningina á síðuni. Tilmeldingin er opin til týskvøldið 26.juli kl. 18.00.

 

Vert er at leggja merki til, at EINGIN TILMELDING ER Á STAÐNUM!

 

Startnummur skulu heintast í Fabriksgarðinum niðri í Rættará frá kl. 16.30.

Vælkomin til Ólavsøkurenningina 2022