Aftur í ár skipar Rás2 fyri stórum Ólavsøkutiltakið við skemti og tónleiki.
Seinastu mongu árini hevur Rás2 staðið fyri brakinum 29. juli, har túsundtals føroyingar hittast á hvørjum ári.
Tað er vorðin siðvenja hjá mongum at leita sær oman í Vágsbotn, tá ið klokkan nærkast 22.00 Ólavsøkudag. Frá 22.00 til 23.00 skipar Rás2 fyri stórslignum tiltaki, sum á hvørjum ári savnar túsundtals føroyingar í ein tíma.
Á skráni í ár er skemt við Hilmari Jan Hansen á odda. Harumframt er tónleikur við countrykonginum Halli Joensen, og fólkakæra Signari í Homrum.
Tiltakið verður hildið uttanfyri Miðlahúsið í Vágsbotni.