Ólavsøkan fylgir við tíðini

- Eg plagi at vera á ólavsøku, serliga tá eg skal spæla til okkurt tiltak. Eg vitji eisini vinir og kenningar. Fyrr var eingin undirsjóvartunnil, og vit búðu hjá vinum. Nú sleppi eg vestur aftur. Tað broytir eitt sindur, men tað er gott at koma heim í sína egnu song.

 

Tað sigur Holgar Jacobsen, sum annars heldur, at veðrið hevur nógv at siga hesar dagar, ólavsøka er.

 

- Á okkara tjóðarhátíð er ein serstakur stemningur. Fólk eru blíð og fyrikomandi, og sjálvt um hetta er ein hátíð, er ein farri av ró yvir øllum, og fólk koma tætt upp á hvønn annan.

 

Holgar Jacobsen sigur, at áður var tað altíð kappríðingin í Marknagili.

 

- Men, nú tá eg ikki havi ross longur, eri eg ikki har so ofta, tíverri.

 

Hann sigur, at hann plagar at vera hjá vini sínum, Amariel Norðoy, ólavsøkuaftan.

 

- Síðan plagi eg at spáka mær ein túr, kanska har tað er friðarligt, so kontrastirnir verða fleiri.

 

Holgar heldur, at ólavsøkan broytist líka nógv sum fólk annars broytast.

 

- Sum barn hugsar tú sum barn, og tá tú ert vaksin, roynir tú at hugsa sum vaksin, sjálvt um barnið og unglingin framvegis er har. Tað er gott at síggja okkara ungdóm hugna sær.

 

Holgar Jacobsen heldur, at ólavsøkan hevur fylgt við tíðini, sum hann tekur til.