Ólátaður í býarbussi

- Viðkomandi var fullur og óhøviskur og verður skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglurnar, sigur løgreglan.

Myndin er tilvildarlig.

Stutt fyri klokkan 20 í gjárkvøldið fekk løgreglan boð um, at ein ferðandi í býarbussi í Havn ikki dugdi sær hógv.

 

- Vit fingu at vita, at viðkomandi var fullur og óhøviskur í bussinum, visti vaktleiðarin at siga í morgun.

 

Tá løgreglan skuldi taka sær av málinum, var viðkomandi farin úr bussinum, men tað tók ikki langa tíð at finna persónin.

 

Viðkomandi var ikki komin so langt, og tað eydnaðist løgregluni at finna persónin, sum verður skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglurnar.

 

 

 

Myndin er tilvildarlig.