Løgreglan fekk í gjár boð frá einum skeinkistað um, at tey høvdu ein ólátaðan gest, sum órógvaði. Løgreglan fór á staðið og kundi staðfesta, at hesin gesturin ikki dugdi sær hógv.
Viðkomandi var tí tikin við á støðina og fekk eina bót við sær.
Í nátt var eisini eitt minni ferðsluóhapp oman fyri Ánirnar á Borðoynni, har ein bilur koyrdi seg fastan í eini veit millum tunnilsmunnarnar.
Vakthavandi á politistøðini sigur, at tað var myrkt og keðiligt veður, og at bilførarin hevur snarað skeivt og rendi seg soleiðis fastan í eini veit. Men skaðin var ikki stórur.