Olaf sum statsministari

-Hettar er stórt, sigur føroyski sjónleikarin Olaf Johannessen, sum í næstum verður at síggja í einum av høvuðsleiklutunum í Forbrydelsen III, har hann spælir forsætisráðharri í Danmark.

Olaf Johannessen hevur í hesum døgum úr at gera við filmsupptøkum,tí hann hevur ein av høvuðsleiklutunum í nýggja umfarinum av vælumtóktu donsku sjónvarpsrøðini Forbrydelsen. Á føroyskum nevnd Brotsgerðin.

Spurdur, um hetta eisini í hansara verð er stórt, ivast hann ikki.

-Hetta er stórt! Eg spæli statsministari. Ein kann siga, at røðin er í trimum, og tá tað snýr seg um politiska partin, so havi eg høvuðsleiklutin, sigur Olaf Johannessen um sín leiklut í Forbrydelsen III, ið sigast verða endaligu partarnir av donsku røðini, sum hevur verið vælumtókt kring stóran part av heiminum.



Hvør er brotsmaðurin?

-Eg havi fyri tað mesta virkað innan sjónleik, so tað er stuttligt, spennandi og avbjóðandi at fáa stóran leiklut í eini krimirøð, sum hevur klárað seg væl í fleiri londum, sigur Olaf Johannessen.

Í Onglandi hava tey tikið Forbrydelsen til, sín og hava gjørt sína egnu útgávu, ið nevnist The Killing.

-Nú ein dagin vit tóku upp, var ein kvinna til staðar, sum skrivar bók um Forbrydelsen. Hon spurdi meg, um eg var til reiðar, um hetta hevur við sær, at eg gerist kendur í Onglandi, sigur Olaf Johannessen, sum tá ikki veruliga hevði hugsað so nógv um júst hetta.

-Men hettar er eittt sindur serstakt, tí ongin av okkum leikarum veit enn, hvør er brotsmaðurin. Tað veit bert høvundurin, og vit vita onki, fyrr enn vit einaferð spæla síðasta partin inn, sigur Olaf, sum nú er í gond við næstsíðsta partin.



Á filmi áður

Tó at Olaf hevur verið við á filmi og í sjónvarpsrøðum áður, so er leikluturin í Forbrydelsen nakað stórt og pennadi.

-Sjónleikur, og at spæla inn film, er als ikki tað sama. Tað er púra hvør sítt, og ein arbeiðir heilt øðrísi við filmi, enn ein arbeiðir við sjónleiki. Jú, eg havi spælt film áður, men hesaferð er talan um ein høvuðsleiklut, so tað er rættiliga spannandi, sigur Olaf Johannessen.

-Hetta hóskaði væl beint nú, tí mín yrkisleið hevur eina tíð mest verið í Týsklandi, sigur Olaf Johannessen, sum kann vísa á eina góða yrkisleið sum sjónleikari, har hann ongantíð hevur gingið fyri onki, men hinvegin hevur havt leiklutir á bæði palli og á filmi, tó tað hava verið smærri leiklutir, enn hesin, hann nú hevur fingið.

-Eg var í veruleikanum til eina roynd til ein minni leiklut, men fekk ikki handan leiklutin. Men seinni fekk eg so boð um, at tey vildu hava meg at koma til enn eina roynd, har tað snúði seg um at spæla danski forsætisráðharrin, og hendan leiklutin fekk eg, sigur Olaf Johannessen, sum fegnast um, at áhugi er fyri honum bæði í Danmark og í Týsklandi.

Og við leiklutinum í Forbrydelsen, ella brotsgerðin, sum røðin nevnist á føroyskum, er ilt at siga, hvat kann henda, tí røðin verður víst í mongum londum, og eisini í USA er áhugi.

Forbrydelsen verður víst á DR1 í september.













Fakta

Olaf Heine Johannessen er føddur í Tórshavn tann 8. juli í 1961. Føroyskur sjónleikari. Fór til Danmarkar í 1981, og er útbúgvin á Odense Teaters Skuespillerskole í 1986. Hevur fyrst og fremst havt leiklutir í Danmark á leikpalli og í filmum. Er sonur kenda føroyska leikstjóran Eyðun Johannessen.

Útbúgvin fekk hann starv við Aarhus Teater, har hann m.a. hevði høvuðsleiklutin í uppsetingini av Lykke-Peer, 1988, ið Eyðun Johannessen leikstjórnaði,og hevði eisini høvuðsleiklutin í Hamlet, 1992.

Í 1994 kom Olaf á Kongaliga Teatrið, har hann var í føstum starvi í 10 ár. Síðani hevur hann arbeitt free-lance.

Føroyingar kenna eisini Olaf frá leiklutinum í Glataðu Spælimonnunum eftir William Heinesen, sum Eyðun Johannessen setti upp sum leik í Føroyum í 1993.

Annars leikti Olaf eisini í útvarpsleikum sum barn, onkur minnist kanska eittnú leikin um Dýrini í Valbakkaskóginum.

Olaf Johannessen fekk í 2009 Poul Reumerts mindelegat, og í 2010 Lauritzen-prisen.

Olaf Johannessen hevur havt eitt ótal av leiklutum á ymsum donskum leikhúsum, og hevur eisini verið við í nógvum donskum filmum og sjónvarpsrøðum.

Filmar: Verden er vaad og lys, 1995, Menneskereden, 1999, , Sparekassen, 2000, Morten Korch - Ved stillebækken, sjónvarpsrøð 1999-2000, Gengangere, 2000, Krøniken, sjónvarpsrøð, 2005, Pagten, sjónvarpsrøð 2009, Blekingegade, sjónvarpsrøð, 2009- Alting bliver godt igen, 2010, Den som dræber, sjónvarpsrøð 2011, Borgen, sjónvarpsrøð 2011, Carmen og Colombo, sjónvarpsrøð 2011. Og í løtuni við í upptøkum av røðini Forbrydelsen III, 2012.

Tónleikari:

Í ungdómsárunum í Føroyum var Olaf eisini við í tónleiki, og leikti við Mjølni, ið seinni fekk navnið Kaktus, og hann var eisini við í Aurora. Hetta var síðst í sjeytiárunum, og fekk hetta ein enda, tá hann fór til Danmarkar í 1981. Tó fóru tónleikarar úr hesum bólkum aftur á pall einaferð síðst í 80'unum, ella fyrst í 90'unum, og tá var Olaf eisini við.









FAKTA

Forbrydelsen

(The Killing)

Forbrydelsen er donsk sjónvarpsrøð, byrjaði í januar 2007 á Damarks Radio, DR1. Síðani víst í fleiri londum. Tvey umfør eru gjørd, og í løtuni eru upptøkur til Forbrydelsen III, ið verður víst í september 2012.

Sofie Gråbøl spælir høvuðsleiklutin sum løgreglukvinnan Sarah Lund í kriminaldeildini hjá løgregluni í Keypmannahavn. Vit fylgja henni og starvsfeløgum, meðan tey arbeiða við at finna útav brotsgerðum.

Stórur áhugi hevur verið fyri røðini, og enska útgávan av røðini nevnist The Killing. Amerikumenn vísa eisini røðini ans.

Í røðini er Sofie Gråbøl í stjørnutroyggju frá føroysku fyritøkuni Guðrun & Guðrun.