Olaf Olsen, fyrrverandi politikari, skipari og vinnulívsmaður hevur skriva nakrar hugleiðingar um fiskivinnuna.
Olaf Olsen hevur, um nakar, royndir frá fiskivinnuni og viðmerkir støðuna í fiskivinnuni út frá sínum royndum, ið hann hevur útvega sær, bæði á sjógvi og á landi.
Hann eftirlýsir, at vit fáa at vita, hvussu nýskipanin skal síggja út. Í útgangstøðinum kann ein ganga út frá, at landið eigur loyvini, men spurningurin er so hvør skal fáa tey at brúka og hvørjum metir mann útfrá, tá loyvi skulu gevast út.
Sjálvur metir Olaf Olsen, at núverandi skipan er tann frægasta at arbeiða við, einans at hon skal eftirkannast javnan, tí umstøður broytast alla tíðina.
Vìðari mælir Olaf Olsen eisini til at varsemi verður brúkt, tí um ov nógv verður skorið burturav døgunum, so kemur mann til endans hartil, at tað ikki loysir seg meira at fara út.
Í nógv ár hevur mann roynt við stongdum leiðum, men tað hevur ikki givið tað úrslit, ið mann ætlaði og tilráðingar frá t.d. ICES hava ikki altíð verið í tráð við føroyskan fiskiskap og føroyskar fiskastovnar.
Les hugleiðingina hjá Olafi Olsen her