Tað var bæði stuttligt og ikki, tá kappingin millum unglingarnar varð avgjørd leygardagin.
Klaksvíkingar høvdu átt oddafiskin alla vikuna, og tað var lagt upp til, at Rúni Dragaberg, skuldi vinna. Men Rúni var ikki nóg neyvur, tá tað mest galt um. Púra óvæntað fekk hann ikki meiri enn remis í sætta umfarinum móti Tummasi Rubeksen, og so tapti hann í níggjunda og seinasta umfarinum móti liðfelaganum Esberni Christiansen, sum við sigrinum togaði seg upp á triðja plássið.
At tað skuldi ganga soleiðis hjá favorittinum á heimaliðnum var tað minni stuttliga, men hetta vísir eisini, at tað er ikki altíð so lætt at liggja á odda og hava sitandi á sær, at hini rokna við, at tú vinnur. Ikki minst hjá ungum kappingarmonnum kann hetta vera tyngjandi.
Ungur meistari
Tað stuttliga ella áhugaverda í unglingakappingini var, at nýggjur FM vinnari gjørdist tann bara tólv ára gamli Olaf Berg. Úr Klaksvík verður sagt, at hann er yngsti FM vinnarin í unglingadeildini nakrantíð, síðani tað í 1973 varð farið undir hesa kappingina.
Og so kunnu vit leggja afturat, at longu fyri tveimum árum síðani var tað um reppið, at Olaf Berg vann FM, men tá snávaði hann fram móti endanum.
Tað gjørdi hann sanniliga ikki hesa ferð. Í fyrsta umfarinum tapti hann móti Rúna Dragaberg, men so misti hann bara eitt hálvt stig afturat. Einki er at undrast á, at tað í Klaksvík varð tikið til, at um nýggi FM vinnarin fer at halda á í sama stíli, sum hann er byrjaður, so verður tað ikki leingi, til hann verður nýggja stjørnan hjá Havnar Telvingarfelag. Vit ynskja Olafi Berg tillukku við FM heitinum.
Høgt støði
Heini Olsen, sum var unglingameistari í 1985, heldur, at støðið millum teir ungu telvararnar er høgt:
? Eg havi sitið og hugt nøkur av talvunum hjá teimum ígjøgnum, og tað er merkisvert, hvussu stinnir í teoriini fleiri av teimum ungu eru. Hesi seinnu árini ? og serliga síðani Predag Nikolic og Ivan Sokilov ? komu higar, er hugburðurin millum teir yngstu nógv broyttur. Nú gera teir rættuliga nógv við at lesa, og teir venja. Hetta ger, at teir standa seg betri í byrjunarspæli, miðspæli og endaspæli. Halda teir á, so fer hetta sjálvandi at koma væl við hjá føroyskari telving í framtíðini, heldur Heini Olsen.










