OL-endaspælið í hondbólti verður leikt í París, dagarnar millum 25. juli og 11. august.
Hjá kvinnunum lagaði lutakastið seg soleiðis, at tey norðurlendsku landsliðini, Noreg, Danmark og Svøríki endaðu í bólki saman. Vertirnir og favorittarnir, Frakland endaðu í hinum innleiðandi bólkinum.
Talan er um tveir innleiðandi bólkar við seks liðum. Bert 14 leikarar vera í hvørjum hópi.
Bólkur A: Noreg, Danmark, Svøríki, Týskland, Slovenia og Suðurkorea.
Bólkur B: Frakland, Spania, Niðurlond, Ungarn, Brasil og Angola.