OL-gullvinnari í Páls Høll

Páls Høll fekk í gjár forkunnuga vitjan, tá litavski OL-vinnarin, Rūta Meilutytė, kom á vitjan. Hon skal vera á venjingarlegu í Vági komandi dagarnar. Rūta Meilutytė vann gull í OL í London í 2012 í 100m bringusvimjing og hevur heimsmet á bæði 50 og 100m bringusvimjing.

 

Umframt at verða OL gull vinnari í 100 m. bringu við OL í London, so er Rūta Meilutytė fýr-faldur heimsmeistari, fimm-faldur evropeiskur meistari, og hevur vunnið eina røð av øðrum medaljum bæði til heimsmeistarakappingar, evropeiskar kapping og til world-cup kappingar.

 

Svimjing.com skrivar, at Rūta Meilutytė er 20 ára gomul. Saman við venjara sínum er hon komin til Vágs at fyrireika seg til HM í svimjing, sum verður í Ungarn í juli.

 

Jón Bjarnason, venjari hjá Susvim, sigur, at hetta er ein framúr møguleiki hjá føroysku svimjarunum at svimja saman við einum av heimsins allar bestu svimjarum.