OL fótbóltur: Marokko og Spania vunnu seg í hálvfinalurnar við stórsigrum

USA og Japan máttu lúta fyri Marokko og Spania

Mynd: Scanpix

Marokko og Spania hava vunnið seg í olympisku hálvfinalurnar í fótbólti hjá monnum í París.

 

Marokko vann stórsigur 4-0 á USA, og Spania vann eisini greitt, 3-0 á Japan.

 

Nú spæla Egyptaland og Paraguay fjórðingsfinalu, og klokkan 20 byrjar dysturin millum Frakland og Argentina.

 

Marokko-USA 4-0 (1-0)

1-0 Soufiane Rahimi (´29 br.)

2-0 Ilias Akhomach (´63)

3-0 Achraf Hakimi (´70)

4-0 Mehdi Maouhoub (´90+1 br.)

 

Japan-Spania 0-3 (0-1)

0-1 Fermín López ('11)

0-2 Fermín López ('73)

0-3 Abel Ruiz ('86)

 

 

 

Mynd: Scanpix