Við sigri upp á 28-26 vann Danmark á Frankaríki í OL manshondbólti í Rio í kvøld.
Tað stóð á gomlum nøglum hjá danska hondbóltslandsliðnum, tá teir í kvøld møttu Frankaríki, sum hevur vunnið 10 tær seinastu finalurnar, teir hava spælt - harímilum tvær tær seinastu OL finalurnar.
Hetta er fyrstu ferð at donsku hondbóltsmenninir eru í finaluni.
Serfrøðingarnir mettu allir, at Frankaríki fór at vinna, men teir fóru skeivir.
Danmark kom nøkur mál afturum í byrjanini á dystinum, men miðskeiðis í fyrra hálvleiki løgdu teir seg framum. Í hálvleikinum var støðan 16-14.
Í seinna hálvleiki kom Danmark á odda við fimm málum, men móti dystarenda kom Frankaríki afturíaftur. Tríggir minuttir áðrenn dystarenda var støðan 26-25. So so bragdaði aftur hjá dønum, og tá Mensah skoraði til 28-25 var slagið vunnið.










