Oktobur snýr seg um Bróstkrabba

Til átakið hava Verkstaðið Vón og Elsa Bech bjóða seg fram at sniðgivi ymiskar smykkur, til frama fyri bróstkrabba. Smykkurnar eru til sølu ymsastaðni runt landið.

Bróstkrabba bólkurin hjá Krabbameinsfelagnum, Bót til Bata, varpar ljós á bróstkrabba allan Oktober mánað. Endamálið hjá Bót til Bata er at rágeva og stuðla kvinnum, ið hava fingið staðfest bróstkrabba. 

- Bót til Bata er ein sjálvhjálpar bólkur, ið er fyri kvinnur sum hava ella hava haft bróstkrabba, sigur Turið Horn, forðkvinna í Bót til Bata. 

Bróstkrabbi er ein av mest framkomnu sjúkum í Føroyum, umleið 25 føroyskar kvinnur fáa staðfest bróstkrabba hvørt ár, hetta svarar til uml. 2 kvinnur um vikuna. 

- Av hesi orsøk, vilja vit í Bót til Bata leggja dent á hvussu umráðandi tað er at blíva kannaður í góðari tíð, samstundis sum at fleiri læra meira um hesa álvarsligu sjúkuna, sigur Turið Horn.

Bót til Bata bjóðar fleiri møguleikar til hjálp og vegleiðing, millum annað hava tey privatar samrøður, hugnaløtur, bólkasamrøður o.s.fr., bæði meðan tú ert í viðgerð og eftir viðgerðina.

 

- Okkara mál er at røkka út til tey ið tørva okkum, at taka hond um og verða har frá byrjan av, sigur Turið Horn. Tá viðgerðin er liðug er ofta tørvur á at tosa, tí aloftast meðan man er í viðgerð er man umringaður av sínum nærmastu, og tá alt er yvirstaðið kann tað ganga upp fyri einum, hvat júst er hent, leggur Turið afturat. 

Til átakið hava Verkstaðið Vón og Elsa Bech bjóða seg fram at sniðgivi ymiskar smykkur, til frama fyri bróstkrabba, smykkurnar eru til sølu ymsastaðni runt landið.

 

- Um tær Føroysku smykkurnar til frama fyri bróstkrabba verða keyptar, fer peningur óskerdur til gransking av bróstkrabba í Føroyum, og til arbeiðið hjá Bót til Bata, sigur Turið Horn.

Tað er Tordis Kristiansdóttir, bróstkrabba lækni, ið granskar føroysku tølini og orsøkirnar til bróstkrabba hjá føroyskum kvinnum.

Til seinast vil Turið Horn leggja afturat at miðaltalið av kvinnum, sum fáa staðfest krabbam ein í Føroyum, er lágt samanborið við lond rundan um okkum, men at tað hóast alt er vaksandi. 

- Tískil er tað umráðandi at kvinnur kanna síni bróst, viðgerðin fyri bróstkrabba er ógvuliga góð og framkomin, og møguleikin at frá tí er sera stórur, sigur Turið Horn.