Oknin komin á Runavík

Væl av fólki var komið saman á Rókabryggjuni undir smiðjuni Mekanik, tá Nordic Sea kom á Runavík um 11-tíðina fyrrapartin. Hetta er skipið, sum skal avloysa Oknina á garnaveiði eftir svartkalva og havtasku á Føroyaleiðunum.

- P/F Lógv eigur skipið. Tríggir teirra, sum stovnaðu felagið í 1963, eru farnir, men Bendtse og Samson Thomsen, sum eisini tóku stig til felagið, ið árið eftir yvirtók kendu Oknina í 1964, hava verið yviri í Noregi eftir skipinum.

Tað skrivar heimasíðan hjá Runavíkar kommunu.

Runavíkar havn/kommuna skipaði fyri móttøku, tá nýggja Oknin kom á Runavík.

"Boðar tú til allar tjóðir” varð sungin sum felagssangur, og síðani høvdu Magnus Rasmussen, borgarstjóri, Tórbjørn Jacobsen, havnarmeistari og Sæmund Tausen orðið. Eftir tað varð tjóðsangurin sungin.

Eftir hetta var høvi hjá øllum at skoða skipið, sum skal umbyggjast nakað, og eftir hvat frættist, verður nýggja Oknin klár at fara til fiskiskap einaferð í mars mánaða næsta ár.