Tá gamla garnaskipið Oknin hjá P/F Lógv fór úr føroyska fiskiskipaflotanum fyri fáum árum síðan, hevði felagið í Saltangará átt skipið øll árini, síðan tað varð smíðað á Tórshavnar Skipasmiðju í 1964.
Avloysarin hjá gomlu Oknini gjørdist Nordic Sea (sí mynd), sum er smíðað í Flekkefjord í Noregi í 1978. Longdin á skipinum er 37 metrar og breiddin slakar átta metrar. Skipið er merkt til 344 bruttotons, og maskinan er ein 690 HK Callesen.
Í hesum døgum - ella 50 ár eftir, at upprunaliga Oknin varð bygd á Tórshavnar Skipasmiðju - stendur núverandi Oknin á bedingini hjá MEST, har ymiskt viðlíkahaldsarbeiði skal gerast.
Tá skipið kom til Føroya sum avloysari hjá nýbygninginum frá 1964, hevði heimasíðan www.netavisin.fo grein um skipið. Her varð sagt, at Nordic Sea (núverandi Oknin) kallaðist Nygårdsjøen árini 1978-1991 og Kamaro árini 1991-1997. Í 1997 varð skipið selt til Skotlands og fekk navnið Nordic Prince árini 1997-2000.
Síðan ár 2000 hevur avloysarin hjá Oknini kallast Nordic Sea og hevur hoyrt til reiðaríið, Ervik Havfiske í Noregi. Nordic Sea varð skrásett í Ruslandi í 2001, men hevur ikki skift navn, og sama norska reiðarí hevur rikið skipið øll árini.
Myndina av Oknini á bedingini hjá MEST tók Birgir W. Høgnesen seinnapartin í dag.