Okkurt rumblar á Tvøroyri

Tá eitt ítróttarlið fær góð úrslit, virkar tað mennandi á nógvum økjum. Á Tvøroyri er áhugin fyri flogbólti vaksin nógv hesi seinastu árini, og nú TB hevur fingið útlendskan styrk, er væl hugsandi, at áhugin fer at økjast enn meira. Og tað er positivt fyri allan býin

 

Flogbóltur


Tey, sum fylgja við í føroyskum ítrótti, kenna væl TB. Ítróttarfelagið, sum varð stovnað í 1892, er tað elsta í landinum og eigur sítt egna pláss í føroyskari ítróttarsøgu.

Tað er fyrst og fremst fótbóltur, fólk hugsa um, tá TB verður nevnt. Serliga í 70-árunum og fyrst í 50-árunum gjørdi TB um seg á fótbóltsvøllinum, og higartil hevur felagið vunnið føroyameistaraheitið í mansfótbólti sjey ferðir, seinast í 1987. Seinastu árini hevur TB ikki verið partur av føroysku fótbóltselituni, men í ár eydnaðist tað so at vinna 2. deild og flyta upp aftur í bestu deildina.

Samstundis sum tað hevur gingið niður á bakka við fótbóltinum á Tvøroyri, hevur felagið lagt seg eftir at menna flogbóltin á staðnum ? serliga kvinnuflogbóltin.

Gudrid Nolsøe og Juanna S. Joensen munnu vera kendastu flogbóltsnøvnini av Tvøroyri. Seinastu árini hava tær báðar spælt í Danmark og hava staðið seg væl.

Her heima í Føroyum hevur TB ongantíð verið føroyameistari í flogbólti, men tað er heldur ikki fyrr enn seinastu árini, at TB av álvara er farið í holt við at skapa traditiónir innan flogbóltin.

Okkurt árið hevur TB verið væl við í kappingini, men í ár sær út til, at tað er serlig grund til bjartskygni. Fyrsta teknið um, at TB ætlar sær okkurt í ár, kom næstsíðsta vikuskifti, tá tær leikandi lætt vunnu Fleyr-kappingina í Havn, og næsta teknið kom í Klaksvík leygardagin, tá tær eyðmýktu Mjølnir 3-0 í Klaksvík.

Fremsta orsøkin til, at tað hevur gingið so væl hjá TB í seinastuni, er, at felagið hevur fingið dugnalig útlendsk fólk til liðið. Emanuele Leoni úr Italia er venjari, og við sær hevur hann 34 ára gomlu Lilian Popescu úr Rumenia. Harumframt er 20 ára gamla Maja Popovich úr Bosnia-Hersegovina komin á liðið. Hóast sín unga aldur hevur hon longu roynt seg á hægsta stigi bæði í Týsklandi og Italia, og bæði hon og Popescu hava longu víst sínar dygdir. Dygdir, sum kunnu føra TB langt í ár. Maja Popovich er annars systir Marinu Popovich, sum er leikandi venjari hjá Drátti.

Tær hava gott eyga fyri spælinum og kunnu geva føroysku leikarunum á liðnum eina rúgvu.


Stórur áhugi

Tað sigur seg sjálvt, at áhugin á Tvøroyri fyri flogbólti er vaksandi í hesum døgum. Serliga millum børnini er undirtøkan stór, bæði millum gentur og dreingir. Enn er flogbóltur á Tvøroyri fyrst og fremst ein kvinnuítróttur, men ein av málsetningunum hjá felagnum er eisini at menna áhugan millum mannfólkini. Felagið hevur einki lið í teimum vaksnu deildunum hjá monnum, og vit skulu heilt niður til Dreingir 16 fyri at finna eitt TB-lið á manssíðuni. Sum við øllum øðrum ítróttum er tað gongdin hjá teimum vaksnu liðunum, sum hevur nógv at siga fyri áhugan hjá teimum yngru, so her skuldi ligið væl fyri. Og í mun til aðrastaðni hevur TB heldur ikki hina stóru føroysku vetrarítróttargreinina, hondbóltin, at kappast við.

Áhugin millum fólk er eisini stórur, nú felagið hevur satsað við at fáa útlendskan styrk. Hetta við at fáa útlendskar leikarar til landið er ofta sum eitt lottarí. Summir fella ikki til, aðrir fáa skaðar, og uppaftur aðrir liva stutt og greitt ikki upp til vónirnar, sum eru settar til teir. Her hevur flogbólturin verið munandi hepnari enn bæði fót- og hondbólturin, og tað sær eisini út til, at TB hevur valt rætt. Tí umframt at tað ger sjálvt liðið betri, nørir tað eisini um áhugan fyri liðnum og ítróttinum, og tað er ein stórur partur av vinninginum. Tey ungu fáa betri hug at íðka ítrótt, og um liðið fær góð úrslit, er tað eisini mennandi fyri sjálvan býin, sum fær nakað positivt at standa saman um. Hetta hava vit sæð so nógva aðrastaðni, og tað er nógv sum talar fyri, at vit eisini fara at síggja tað á Tvøroyri í nærmastu framtíð.