Tað er ikki heilt greitt, hví játtanin til royndarverkætlanina um orðblindaundirvísing varð strikað. Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum.
- Sum eg dugi at síggja, hevur mann tikið eina politiska avgerð um at niðurleggja hatta uttan at siga, hvat skal gerast ístaðin, sigur Jenis av Rana, sum ikki hevði tikið við sum landsstýrismaður, tá játtanin varð tikin burtur.
Jóhan Marni Stenberg, varaskúlastjóri á Santa Frants skúla, greiddi í Sosialinum mánadagin frá, at játtanin, ið skúlin hevði havt til eina royndarverkætlan til orðblindaundirvísing, varð uttan fráboðan strikað í juni mánaði.
Landsstýrismaðurin vil nú kalla undirvísingarstýrið og avvarandi embætisfólk til fundar fyri at fáa greiðu á, hví játtanin varð strikað.
Les meira í Sosialininum í dag, sum kann lesast á netinum her.











