Eg eri sera fegin um, at vit nú fáa eitt kjak um vallógina, sigur Jógvan við Keldu, innlendismálaráðharri, sum varðar av vallógini.
Hóast landsstýrismaður ikki vil veita uppskotinum sín fulla stuðul, so heldur hann, at hetta uppskotið hevur nøkur perspektiv, sum fara at ganga viðgerðini av vallógini, sum Innlendismálaráðið skal í gongd við.
- Tað at hann leggur Vága sýslu valdømi og Norðstreymoyar valdømi saman og Sandoyar Sýslu valdømi og Suðuroyar valdømi fer sjálvandi at skapa kjak og fólk eru ivaleyst ymisk á máli, um hetta nú er ta rætta, heldur Jógvan við Keldu.
Landsstýrismaðurin vísir á, at í Sundalagnum hava kommunur í Eysturoy og Streymoy lagt saman í Sunda Kommunu.
- Hetta fer sjálvandi eisini at ávirka støðutakan, tá støða skal takast til broytingar í valdømunum, heldur hann.
Hóast Innlendismálaráðið ikki enn hevur havt stundir at snikkað til eitt uppskot um broytingar í vallógini, so hevur ráðið fingið ymsar útrokningar og uppgerðir yvir, hvussu broytingar kunnu gerast.
- Men tað sum hevur týdning er, at býtið av tingsessum verður rættvísari. Tað skal verða soleiðis, at tann størsti flokkurin fær størstu umboðanina ella ta rættvísu umboðanina, so vit ikki aftur fáa somu støðu sum í dag, at triðstørsti flokkur hevur størstu umboðanina á tingi, heldur Jógvan við Keldu.
Landsstýrismaðurin sigur eisini, at býti av tingumboðum í mun til fólkatalið eigur at verða rættvísari. Men hann heldur als ikki, at Føroyar skulu gerast eitt valdømi.
Eg havi ongantíð verið fortalari fyri einum valdømi, tí eg haldi ikki, at tað gevur tað mest rættvísa býtið. Eg kann bara vísa á støðuna í Grønlandi, har tey fyri nøkrum árum síðani gjørdu landið til eitt valdømi. Har búgva 21 av 31 tingfólkum í høvuðsstaðnum, Nuuk, sigur Jógvan við Keldu, sum fegin vil gera broytingar í valskipanini, sum geva eitt meira rættvíst býti av tingumboðum millum flokkarnar og millum valdømini.
Tað er ikki gagnlig við nakrari kollvelting á økinum. Men vit skulu gera tillagingar, sum gagna endamálinum, sigur Jógvan við Keldu, sum ikki væntar, at uppskotið hjá Kára P. Højgaard verður samtykt í løgtinginum. Men hann leggur dent á, at hann er fegin um at málið verður viðgjørt í tinginum, og hann er sannførdur um, at tað fer at ganga víðari viðgerðini av málinum í Innlendismálaráðnum.