Tá Another Brick in the Wall, varð spældur inn á fyrsta sinni, var tað ein flokkur av dreingjum, ið sungu niðurlagið. Dreingirnir vóru ikki nógvir í tali, men teir blivu lagdir inn 12 ferðir, so tað ljóðaði, sum teir vóru nógv fleiri.
Hesaferð vóru tað ungdómar úr Tórshavnar kommunuskúla, sum sungu Another Brick in the Wall. Tey vóru 59 fólk, so tað tey vóru nóg nógv. Tey hoyrdust eisini heilt væl, so venjingin saman við Ingun Hentze hevur givið góð úrslit.
- Tey spurdu um vit vildu syngja, og tað tímdu vit ordiliga væl, segði ein av sangarunum. Hon leggur afturat, at tey hava vant rættiliga nógv og eru fegin um, at tey fingu hendan møguleikan.