Fiskivinna
Í serblaðnum, Fiskur & Olja, søgdu vit í eini yvirskrift, at virksemið hjá fiskasølufelagnum, Fofish í Saltangará, er tódnað. Hetta bygdu vit á, at eitt av trimum feløgum, sum Fofish upprunaliga seldi fyri, nevniliga Snaraløkur, hevði tikið seg burtur úr samstarvinum. Eftir vóru so skipini hjá Olafi Olsen og Osmundi Justinussen.
Annar av monnunum aftanfyri Fofish, Ábraham Løkin, sigur, at Snaraløkur var so stutt við í samstarvinum, og tí er ikki rætt at siga, at virksemið er tódnað.
- Men tað er rætt, at virksemið hjá okkum er broytt nakað. Umframt at selja fyri skipini hjá Olafi og Osmundi, eru vit eisini farnir at selja svartkalva og djúpvatnsfiskasløg, eins og søla av feskum fløkum so smátt er vorðin ein partur av virkseminum.
Ábraham sigur, at umsetningurin hjá felagnum hevur hildið sær og hevur heldur verið vaksandi enn minkandi.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Halda prísunum
- Okkara fremsta endamál er at selja fiskin hjá skipunum. Vit selja fyri provotión, og tí verður tað altíð okkara áhugi at selja fiskin so væl sum tilber.
Við í uppgávuni hjá Fofish er at hava neyvt samband við skip, virkir og uppboðssølu og leggja landingarnar til rættis, soleiðis at tær passa best inn í mynstrið - alt eftir, hvussu eftirspurningurin og marknaðurin eru.
- Tað er greitt, at eitt slíkt sølufelag er ikki líka væl sætt í eygunum á øllum, tí vit royna at gera okkara til, at rávøruprísirnir verða hildnir uppi, og tað ger jú, at fiskurin, sum virkini keypa, verður dýrari.
Ábraham vísir á, at okkurt av feløgunum, sum Fofish selir fyri, sigur seg ikki síggja tað soleiðis, at teir gjalda fyri at fáa fiskin seldan, tí virksemið hjá Fofish er við til at halda prísunum uppi.
- At so onnur skip, manningar og reiðaríir eisini fáa ágóðan av hesum, kann jú bara vera gott, leggur hann aftrat.
Sum felag, ið tekur sær av at selja ráfisk, liggur áhugin hjá Fofish á skipasíðuni, sjálvsagt.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Knýta saman aftur
Ábraham Løkin sigur, at ábendingar eru um, at skip og virkir í størri mun enn seinastu árini, nú verða knýtt samanaftur.
- Vit síggja, at skip landa til somu virkir túr eftir túr og fáa tann prís, sum er á marknaðinum. Men onkur skal vera at halda marknaðarprísinum uppi, og tað gera ikki tey skip, sum á henda hátt knýta seg til virkini, leggur hann aftrat.
Fiskavirkini liva av muninum millum keyp og sølu - antin ráfiskaprísurin er høgur ella lágur.
- Vit halda tað hava stóran samfelagsligan týdning, at rávøran hevur góðan prís, og tað er hetta, sum er málið við virkseminum hjá Fofish, sigur Ábraham Løkin, sum saman við Leif Høj eigur felagið.