Okkara Ólavur og Ólavsøkugull

Tað hevur verið ein fastur táttur í mong ár, at vit føroyingar og allir okkara útlendsku gestir, verða vælsignað við eini serligari ólavsøkuøl at sløkka tostan við á Ólavsøku.

Árið í ár er onki undantak og bæði tey føroysku bryggjaríin hava nú sent sína serligu ólavsøkuøl á marknaðin.

Tær eru hava báðar gullstyrki. Tað merkir, a tær eru 5,8% og skulu sostatt, sum alt annað, njótast við umhugsni og varsemi

Gamla, siðvanda bryggjaríið í Klaksvík, Føroya Bjór, staðfestir, at teirra Ólavsøkugull

”hevur frískan og aromatiskan smakk og er bryggjað við bestu rávøru”

Hon fæst í hentum plastfløskum upp á ein hálvan litur.

Nýggja bryggjaríið, Okkara á Velbastað, stendur ikki aftanfyri og hevur sent eina øl, tey nevna ”Okkara Ólav” á marknaðin.

- Okkara Ólavur er ein yvirgerað serøl við góðum humlusmakki, sum hóskar væl aftur við føroyskum mati, sigur bryggjaríið.

Lagt verður afturat,at hon er bryggjað við belgiskum íblástri. Hon er frísklig við eini góðari javnvág millum kolsýru, humlu og ein fruktkendan smakk og anga og hon fæst bæði í dós, í fløsku og á fati.

Eftir er bara at siga skál – og minna á, at ovurnýtsla av rúsdrekka er skaðilig!