Okkara øl á trappuni

- Vit hava royndarkoyrt skipanirnar í smáar tvør vikur nú, og vónandi verður fyrsta ølið í rúsunum kring landið til vikuskiftið, sigur Wilhelm Petersen, stjóri í Okkara.

Tað eru bara smáttaríir, ið mangla at koma upp á pláss, áðrenn nýggja ølið frá Okkara verður at finna á hillunum í rúsunum kring landið.
- Vit hava royndarkoyrt skipanirnar nú í smáar tvær vikur, og alt hevur víst seg at rigga eftir ætlan, sigur Wilhelm Petersen, stjóri.
Sum nakað nýtt í Føroyum verður ølið tappað á dósir, men bryggjaríið hevur eisini tappimaskinu til fløskur. Í fyrstu syftu verður tó bert tappað á dósir.
- Tað verður í fyrsta umfari bryggjað pilsnar, klassic og gull, men vit hava møguleika at kombinera okkara framleiðslu við serøl. Okkara serfrøðingar hava drúgvar royndir innan serøl eisini, og tað verður helst arbeitt tann vegin seinni. Tá verður so talan um øl á fløsku, sigur Wilhelm Petersen.
Bryggjaríið hevur ein kapasitet upp á 1,3 milliónir litrar um árið, sum svarar til helvtina av føroyska ølmarknaðinum.
- Tað er sjálvandi ilt at siga, hvussu stóran marknaðarpart vit fara at fáa, tað havi eg ikki reiðiliga nakra viðmerking til. Men vit kunnu lættliga økja um kapasitetin, um so skuldi verið, sigur Wilhelm Petersen.
Hinvegin fer tað ikki at krevja tað stóra talið av starvsfólkum at reka bryggjaríið.
- Bryggjaríið er rættiliga automatiserað, og tí verður ikki talan um tað stóra talið av starvsfólkum. Vit verða nokk eini 5-6 fólk, tá alt er komið upp at koyra, sigur Wilhelm Petersen.
Enn vanta onkrir smálutir í einari avtalu við Rúsuna, men Wilhelm Petersen roknar við, at tað bert ganga fáir dagar til ølið er á marknaðinum.
- Vónandi ber til hjá fólki at keypa Okkara øl til hetta vikuskifti, sigur Wilhelm Petersen.