Sjúrður Skaale
Jóannes Eidesgaard vanvirðir eina einmælta samtykt hjá løgtinginum og sleikir teir skógvarnar, sum traðka á hesa samtykt
Óli Breckmann lat ongan iva vera, tá hann upp undir valið varð spurdur um útlendingapolitikk. Stendur tað til Fólkaflokkin, skulu fólk, sum ikki hava hjálpt føroyingum, ikki vænta sær nakra hjálp hiðani heldur - uttan mun til, hvussu neyðstødd tey eru. Og tað »draslið« og tær »hordir av fólki« sum »rekast um heimin«, skulu sjálvsagt haldast úti úr Føroyum.
Orðavalið minti um tíðina í sjey- og áttatiárunum, tá maðurin hálovaði fasistum og rasistum.
Eftir valið slapp Breckmannsa flokkur at umsita júst útlendingamál. Og tað gongur sjón fyri søgn. Sjálvt fólk, sum hava kastað síni akker í Føroyum og hava arbeitt og virkað saman við føroyingum í áravís, verða rikin á dyr.
Nógv halda hetta vera landaskomm. Og tað kann heldur ikki hóva manninum við evstu ábyrgdini, Jóannesi Eidesgaard. Men hann vil so ræðuliga illa vera løgmaður. So illa, at hann fegin grulvar fyri øllum teimum, sum vilja gera hann til løgmann. Tí grulvar hann eisini fyri teimum, sum nú seta stavnamannsins sjúku hugsanir í verk.
Í málinum um skattalættan er sama søgan. Javnaðarflokkurin er ímóti, men Jóannes grulvar fyri sambandi og fólkaflokki, tí hesir hava valt hann til løgmann.
Norðurlandaráðið
Men tað syndarligasta dømi er kanska málið um limaskap í Norðurlandaráðnum.
Í fjør samtykti Føroya løgting einmælt, at virkast skal fyri fullum limaskapi í ráðnum - men danska stjórnin segði nei.
Millum tey, ið atkvøddu fyri samtyktini, var Jóannes Eidesgaard, løgtingsmaður.
Nú er maðurin løgmaður. Nú er tað hann, sum skal verja samtyktina, og stríðast fyri at fáa hana ígjøgnum. Ella - tað skuldi ein ið hvussu er hildið. Ein politiskur leiðari stendur jú fyrst og fremst til svars fyri sínum egna parlamenti og sínum egna fólki.
Men soleiðis hugsar Jóannes Eidesgaard ikki.
Nú skulu vit ikki stríðast við danir, sigur hann. Nú skal valda friður og semja, messar hann upp í saman.
Men her er ikki semja. Eitt fullsamt løgting vil hava limaskap í Norðurlandaráðnum. Og danska stjórnin sigur nei.
Hvat ger so Jóannes Eidesgaard? Stendur hann fast við tað, sum er føroyski viljin? Stríðist hann fyri tí, sum løgtingið hevur samtykt? Stendur maðurin - ella grulvar hann?
Sleikir skógvarnar
Longu í ólavsøkurøðuni varð greitt, at Eidesgaard hevur hug at grulva. Og tað varð staðfest í farnu viku, tá Per Stig Møller kom til Føroya.
Per Stig endurtók tey boð, at Føroyar ikki kunnu vera limir í Norðurlandaráðnum, tí danska grundlógin forðar tí. Øll, sum bara hava minsta vet av innliti, vita, at hetta er nakað slutur. Grundlógin er undanførsla. Tað, sum hendir, er, at danska stjórnin traðkar á eina demokratiska, føroyska samtykt. Tað veit Jóannes Eidesgaard eisini sjálvur.
Men hann ikki so mikið sum mutaði ímóti tí arroganta frekleikanum hjá Per Stig Møller. Hann vildi bara hava frið og semju. Og til tess at fáa frið og semju, legði hann seg sum ein hund fyri føturnar á danska uttanríkisráðharranum og sleikti honum um skógvarnar. Har var eingin sjálvsvirðing. Har var enn minni nakar stoltleiki.
Hjá Jóannesi taldi tað meira at vera samdur við Per Stig Møller enn at verja ta lógligu, demokratiska og einmæltu samtyktina hjá løgtinginum.
Samstundis leggur okkara løgmaður upp til, at løgtingið nú skal ganga frá síni egnu samtykt. Eini samtykt, sum maðurin sjálvur tók undir við...
Eg vil heldur doyggja standandi enn liva grulvandi, segði ein kendur maður.
So idealistisk kunnu øll sjálvsagt ikki vera. Men Jóannes Eidesgaard er so fúsur at grulva fyri at sleppa at liva í friði sum løgmaður, at tað er ræðuliga pínligt at síggja.
Og tað ringasta er, at hann umboðar okkum øll. Tá okkara løgmaður er ein ryggleysur grulvari, so verður á ein hátt øll tjóðin ein ryggleysur grulvari.