Okkara kokkur við kókibók

Guðmundur Guðmundsson, sum er kendur millum annað sum sjónvarpskokkur, hevur skrivað kókibók við uppskriftum, sum hann hevur savnað saman ígjøgnum árini

Okkara kokkar, sum hava verið á skránni seinastu fimm vetrarnar hjá Sjónvarpi Føroya, hava millum annað gjørt kokkin Guðmund Guðmundsson til eitt kent andlit her á landi. Dagliga starvast hann sum kokkur á Hotel Hafnia við Áarvegin í Havn, og nú hevur hann skrivað kókibók við uppskriftum sum hann hevur savnað saman ígjøgnum tey nógvu seinastu árini.
? Nú havi eg verið sjónvarpskokkur í fimm vetrar og á henda hátt savnast nógvar uppskriftir saman. Fólk hava ofta spurt meg, hví eg ikki havi funnið upp á at geva eina kókibók út, og tað havi eg so nú tikið stig til, sigur sjónvarpskokkurin, Guðmundur Guðmundsson.
? Áhugin fyri sendingini »Okkara kokkar« hevur víst seg at vera ógvuliga stórur, og hetta kann man kanska kalla eitt úrslit av teimum sendingunum.

Avbjóðing

Sjálvt um tú ert kokkur, merkir tað ikki, at tú ert rithøvundur og dugir at gera eina kókibók, og sigur Guðmundur, at hetta hevur verið ein stór avbjóðing.
? Eg havi verið noyddur til at fáa hjálp til at orða bókina. Bókadeildin hjá Føroya Lærarafelag, sum gevur bókina út, hevur verið ógvuliga hjálpsom. Mínum hátti at matgera upp á høvdu onnur ikki fingið nógv burturúr, sigur Guðmundur.
Bókadeildin hevur verið við til at gera uppskriftirnar meira lesaravinarligar, og Per á Hædd hevur tikið allar myndirnar í kókibókini.
Kókibókin inniheldur 61 uppskriftir. Døgurðamatur, dessertir, forrættir, suppur og annað eru innihaldið í bókini.
? Eg havi lagt dent á, at tilfarið, ið nýtt verður at matgera við er føroysk ráðvøra. Tað verið seg fiskur, fuglur, grind, náti og lambskjøt. Matur, sum flestu føroyingar eiga, sigur Guðmundur, sum leggur afturat, at hann hevur sjálvur stuttleikað sær við at siga, at henda kókibókin er Matur og matgerð nummar tvey, gjørd á ein øðrvísi hátt.
Sjónvarpskokkurin leggur dent á, at allar uppskriftirnar eru bara uppskot til, hvussu tað kann gerast. Ongin sigur, at tí kókibókin sigur, at tað skal vera soleiðis, at tað eigur at verða soleiðis.
Bókin er bygd upp á tann hátt, at á hvørjari opnu eru litmyndir. Ein mynd av liðugt gjørda rættinum, umframt myndir, ið vísa ein part av mannagongdini. Har afturat eru ymsar aðrar uppskriftir til salat og breyð og annað, tó uttan myndir.
? Fólk skulu ikki gerast bangin, tá tey síggja myndirnar. Rættirnir eru allir lættir at gera. Onkrir eru tó eitt sindur verri at gera enn aðrir og onkrir taka kanska eitt sindur av forarbeiði, men samanumtikið eru uppskriftirnar ikki torførar, ger Guðmundur greitt.
? Eisini øll kryddaríini, sum brúkt verða, og alt tilfarið sum heild, er tilfar, sum allir føroyingar kunnu fáa hendur á.

Strævið
Tað hevur verið ógvuliga strævið at gera bókina. Guðmundur varð noyddur til at fáa sær eina viku frí úr sínum vanliga arbeiði á Hotel Hafnia til at gera allan matin til bókina.
Í Gamla Apoteki hava Guðmundur og Per á Hædd húsast í eina viku, har matur hevur verið gjørdur frá klokkan átta á morgni til klokkan átta á kvøldi uttan íhald. Um 10 rættir vórðu gjørdir um dagin.
? Uttan Per hevði bókin als ikki verið til. Hann hevur tikið allar myndirnar og hjálpt mær ógvuliga væl í byrjanini. Og Bókadeildin hevur eisini gjørt eitt risaarbeiði.
? Hetta hevur verið ein avbjóðing, sum hevur kravt sín mann. Men um man trýr upp á sakina, so gongur tað. Hetta hevur eisini verið ein avbjóðing hjá mær í at læra tað føroyska málið betri, hvat matgerð viðvíkur.
Guðmundur sigur, at undirtøkan av bókini hevur longu verið góð, sjálvt um hetta prátið varð gjørt áðrenn bókin varð útgivin.
? Tríggjar tær best seljandi bøkurnar í Føroyum eru kókibøkur, men eg tori ikki at siga nakað um, hvussu nógv mín bók fer at selja. Tað kann man ongantíð vita.
Tankar verða eisini luftaðir um sjónbond við matgerð, men tó sigur Guðmundur at ein má verða ansin og ikki gera alt ov nógv burtuúr, tí fólk gerast skjótt troytt av einum.
? Vónandi verður hetta tann fyrsta bókin í eini røð, sigur Guðmundur Guðmundsson at enda, sum ikki dylir fyri, at hann er ógvuliga spentur upp á at síggja endaliga úrslitið.