Okkara annað EM-mótstøðulið í innleiðandi bólki D í Berlin verður Noreg. Tann dysturin byrjar leygarkvøldið 13. januar klokkan 19.30.
Noreg hevur tíðliga seinnapartin spælt seinasta venjingardystin undan EM-endaspælinum í Golden League í Odense móti Egyptalandi.
Hóast Noreg var á odda 13-10 í steðginum, so endaði dysturin við einum 23-28 tapi.
Norðmenn harmast serliga álopsspælið í seinna hálvleiki, har teir brendu nógvar málmøguleikar.
Erik Toft, Tobias Grøndahl, Gøran Johannessen og Magnus Abelvik Rød vóru toppskjúttar hjá Noregi við trimum málum hvør.
Mazen Reda var toppskjútti hjá Egyptalandi við seks málum.
Noreg spælir fyrsta innleiðandi EM-dystin móti Pólandi í Berlin komandi hóskvøld klokkan 19.30.











