Í morgin, fríggjadagin, letur upp nýggj søluframsýning í Listaglugganum við heitinum Millum okkara dygdarbestu listafólk. Við á framsýningini eru rúmliga 40 verk eftir okkara best umtøktu og viðurkendu listafólk. Luttakandi eru Steffan Danielsen við sjey verkum, Ingálvur av Reyni við sjey verkum, Zacharias Heinesen fimm verk og Torbjørn Olsen fimm verk. Eisini luttaka á framsýningini S.J. Mykines, Tróndur Patursson, Eyðun av Reyni, Kári Svensson o.fl.
Møguligt er at síggja framsýningina týs-frí, kl. 15 17.30 og leygardag kl. 11-14. Dagarnar fram til jóla verður lýst á staðnum við drúgvari upplætingartíðum. Framsýningin letur upp fríggjadagin kl. 16 í Dr. Jakobsensgøta 15.