Ókeypis tannlæknakanning

Øll undir 23 ára aldur kunnu nú fáa ókeypis kliniska kanning hjá tannlæknanum.

- Donsk kanning frá 2013, vísir á, at heili 17 prosent av ungum um 18-25 ára aldur, eru minni enn annaðhvørt ár hjá tannlækna. Støðan er neyvan betri í Føroyum og tað hevur víst seg, at vánaliga uppmøtingin hesi árini kann verða til stóran ampa fyri tannheilsuna ikki bara tey árini, men eisini seinni í lívinum.

 

Tað boðar Heilsumálaráðið frá í tíðindaskrivi í dag.

 

Í verandi støðu, kann hugsast, at høgi kostnaðurin fyri viðgerð fær ung fólk at aftra við at fara til tannlæknan. Ein av høvuðsorsøkunum, at ókeypis kanningar verða settar í verk, er at fáa fleiri ung at vitja tannlæknan meira regluliga, sambært Heilsumálaráðnum.

 

Í seinasta mánaða kom tað eisini fram, at fleiri av føroysku Tannlæknastovunum høvdu yvirskot í milliónaupphæddum.

 

Les eisini: Tannlæknar hava góðar dagar

 

Gjald fyri viðgerð er annars tvíbýtt. Eitt ískoyti verður latið av Heilsutrygd til viðgerðina, og restina rindar 'kundin'.

 

Kunngerðin sum Karsten Hansen, landsstýrismaður, hevur lýst, ásetur tær tannlæknaveitingar, sum Heilsutrygd kann veita ískoyti til. Somuleiðis er ásett, at treytir og skyldur v.m. hjá tannlæknunum eru í sáttmálanum millum Tannlæknafelagið og Fíggjarmálaráðið.