Um vit velja reytt umboð, so spælir hann til ókeypis konsert í Havn.
– Til mine venner og slægtninge på Færøerne: Hvis I sørger for en Rød Regering spiller De Eneste To gratis i Thorshavn til efteråret! #tv2valg
Soleiðis skrivar kendi sangarin úr Nephew, Simon Kvamm, sum hevur røtur í Gøtu. Tað er við duoini, sum hann hevur saman við Peter Sommer, at hann bjóðar føroyingum ókeypis konsert í Havn, um føroyingar senda eitt reytt umboð á fólkating, sum tryggjar, at reyða stjórnin heldur fram.