Í hesum sambandi skipaði New Holland umboðið í Danmark, Bay Christensen A/S, fyri semifinaluni fyri maskinførarar í Norðurevropa í døgunum 27.- 28. september.
Kappast varð við hesum maskinum: New Holland W190B (17 tons gummiged, New Holland E215B (22 tons gravimaskina) og New Holland B115 (rennugravari).
Birgir Bærentsen, sum er maskinførari hjá J.K. Petersen, var við í semifinaluni og kappaðist ímóti 12 øðrum úr Norðurlondum. Hann bleiv nr. 3 og kom víðari til
heimsmeistaraskapið í Italia sum var í døgunum 12. –13. oktober.
Av teimum tilsamans 42 finalistunum bleiv Birgir nr. 13, og Norðurevropeiski bólkurin hann var í, bleiv hann nr. 3. Ein týskari bleiv nummar eitt øllum finalistunum.
Italska verksmiðjan New Holland er ein av heimsins størstu framleiðarum av landbúnaðar og entreprenørmaskinum, sum verða seldar av 11.500 umboðum í 160 londum.
Í Føroyum er tað Sp/f O.K. Heilsøla í Hvalvík, sum umboðar New Holland Construction.
Fyritøkan ynskir Birgiri Bærentsen tillukku við sera góða úrslitinum.