Ójavnin í Føroyum veksur

- Eg óttist fyri gongdini, har vit øll bert skulu hugsa um okkum sjálvi, eitt nú við egnari eftirløn, sigur Eyðgunn Samuelsen.

Hvat hevur tú at siga um árið 2013?

 

- 2013 hevur verið eitt ár við góðum og minni góðum hendingum. Ein av teimum minni góðu er, at ójavnin tykist at vaksa í okkara samfelag, og alt ov nógv fólk hava ikki nokk til at klára at forsyrgja sær og sínum - meðan onnur hava ríkiligt. Tað er ikki rætt, at so nógv fólk skulu hava so nógv brúk fyri fíggjarligari hjálp, eitt nú á jólum frá felagsskapum, sum ”Í menniskjum góður tokki” og øðrum, ið hjálpa.

Eyðgunn Samuelsen heldur, at sjálvboðið arbeiðið er vaksið og er vorðið alt meira sjónligt í 2013.

- Tað er ein hópur av fólki, ið gera eitt megnar arbeiðið við at hjálpa øðrum. Í einum vælferðarsamfelag eigur einki menniskja at detta niður ímillum. Samfelagi eigur at hava møguleikar, so øll kunnu klára seg.

 

Hvussu heldur tú nýggjár, og keypir tú fýrverk?

 

- Seinnu mongu árini havi eg hildið nýttár saman við míni familju í Sørvági. Vit hugna okkum við góðum mati og hugnaligari samveru. Um midnátt savnast øll bygdin at hoyra nýggjársrøðuna, syngja felagssangir og at ynskja hvørjum øðrum eitt gott nýggjár. Tað er sera hugnaligt. Fýrverk keypi eg millum lítið og einki, nú børnini eru vaksin.

 

Gevur tú nýggjárslyfti?

 

- Síðan eg kom upp í landspolitikk, havi eg hvørt ár lovað mær sjálvum at verða meira virkin og gera mær meira ómak í árinum sum kemur. Havi ongantíð havt lyftir um at renna, leggja av at roykja ella tílíkt.

 

Hevur tú nakað nýggjársynski?

 

- Eg ynski, at tað gongst mínum nærmastu væl, og at tey hava tað gott. Annars ynski eg, at vit fáa eina aðra samgongu í 2014, sum vil byggja á samhaldsfesti. Óttist fyri gongdini, har vit øll bert skulu hugsa um okkum sjálvi, eitt nú við at spara upp til egna eftirløn. Eg ynski, at vit semjast um eina eftirlønarskipan, har bulurin er samhaldsfastur, so vit øll kunnu fáa ein virðiligan aldurdóm.

 

Hvussu metir tú útlitini fyri 2014?

 

- Tað veldst um kósina, ið vald verður, hvussu árið 2014 hilnast. Vit hava nógvar møguleikar sum samfelag. Spurningurin er bara, um vit gera nakað við teir. Fáa vit eina fiskivinnunýskipan samtykta, og seta vit okkum fyri miðvíst at fylgja heildarætlanini fyri fólkavøkstur, so verður 2014 eitt ár, har vit løgdu lunnar undir, at okkara samfelag sum frálíður gerst liviligari fyri fleiri, sigur Eyðgunn Samuelsen.