Felagið Oikos, sum hevur heimstað í Bø, tekur aftur í heyst ímóti seyðaskinnum. Í fjør heyst var eingin móttøka, men tey, sum standa aftan fyri felagið, hava gjørt av at herja á aftur í heyst.
Tað var annars í 2001, at Jógvan Nordendal, bóndi í Bø, byrjaði at keypa seyðaskinn. Tey byrjaðu varisliga, og fyrsta árið vórðu nøkur hundrað skinn keypt, saltaði og útflutt. Sum tíðin leið, vórðu fleiri móttøkur skipaðar kring landið, og talið av skinnum gjørdist fleiri túsund.
Helga Nordendal sigur, at tey miðja eftir at keypa eini 20.000 skinn í heyst, og eins og undanfarin ár verða nakrar móttøkur skipaðar kring landið. - Her kunnu fólk, sum hava seyð, sleppa av við skinnini, sum veitarar, ið Oikos samstarvar við, síðan salta. Tá so slaktið er av, fara vit á staðið og heinta saltaðu skinnini.
Oikos koyrir eisini út og heintar skinn, sum tey sjálvi salta.
Felagið hevur í fleiri ár havt samstarv við føroyskan djóralækna, sum býr í Danmark og sum er heima í Føroyum, tá fjøllini verða gingin. Djóralæknin er komin heim til Føroya og er longu farin í sving. Men, felagið hevur eisini samstarvað við aðrar djóralæknar, tá mest er at gera. Tað er serliga í heystfrítíðini, at nógv fjøll verða gingin.
- Djóralæknin ferðast kring landið og sýnar seyðin, og hetta er eitt krav hjá heilsumyndugleikunum fyri at sleppa at útflyta seyðaskinnini, sigur Helga Nordendal.
Nú eingin móttøka var í fjør og øll seyðaskinnini, sum Oikos annars plagdi at taka ímóti, endaðu á brennistøðini hjá IRF, vónar hon, at alt fer at spæla væl av, og at heilsumyndugleikarnir enn einaferð verða at tosa við. - Soleiðis, sum skipanin hevur verið seinnu árini, hevur tað borið til at rikið hetta virksemi, men verða tingini gjørd alt ov trupul og ómøgulig, kann alt detta niðurfyri, tí tað reint praktiskt ikki ber til, leggur hon aftrat.
Tær flestu móttøkur, sum hava verið seinnu árini kring landið, verða eisini í heyst. Tó verður eingin móttøka í Suðuroy hesaferð. Vanligt er, at øll lambsskinn verða tikin, og síðan onkur ærs-og veðraskinn, sum eru grá/ morreyð.
Sum skilst, eru 300.000 krónur settar av á fíggjarlógini fyri í ár, sum søkjast kann um til útreiðslur fyri djóralæknatænastur og útflutning. Helga Nordendal vísir á, at tá ES byrjaði at seta treytir fyri innflutningi av seyðaskinnum, og djóralækni skuldi út at sýna livandi seyð, var ein ávísur stuðul fyri hvørt skinn. Men, eftir nøkrum árum var stuðulin burtur aftur - uttan, at tey, sum taka ímóti skinnum, fingu nakra fráboðan um tað.
- Sjálvandi eigur tað at gera mun, at tað almenna nú aftur stuðlar undir fyri at dekka útreiðslur til djóralækna og í samband við útflutning, sigur Helga Nordendal, sum heldur tað vera stórt spell, um seyðaskinn ikki koma til sættis heldur enn at enda í brenniovninum hjá IRF á Hagaleiti.











