Aftur nú ávarar Heilsufrøðiliga Starvsstovan fólk ímóti eini ávísari matvøru Hesa ferð er tað eitt slag av kaldari kryddsós -dressingi- sum ávarað verður ímóti.
Talan er um “First Price Creme Fraiche dressing, 400 ml.”, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, er óegnað sum mannaføði.
Talan er um ta sendingina, sum heldur sær um Heldur sær til 06.02.2015 og hevur nummarið EAN: 7311041074985. Orsøkin er, at hetta er ikki hóskandi til mannaføði, tí tað er farið at gera í tí. Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir tí fólki, sum hava akkurát hetta slagið inni, um at tveita tað burt, ella lata tað aftur í handilin, haðani tað er keypt.
|