Ógvuliga stóran týdning fyri Suðuroynna

Ein føroyskur eftirskúli skal ikki vera í Havn, men hann skal heldur ikki vera úti í óbygdum

 

Ein eftirskúli skuldi verið komin fyri langari tíð síðan.

Tað heldur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, og umboð hjá Lærarafelagnum í eftirskúlanevndini.

 

Hann sigur, at eftir álitinum um eftirskúla, fara eini 120 ung av landinum um árið, á eftirskúla.

- Hetta bendir á, at grundarlag er fyri at seta á stovn eftirskúla í Føroyum.

 

Hann sigur, at tað kann eisini hugsast hugsast, at ein eftirskúli í Føroyum fer at gera, at enn fleiri fara at hava hug at fara á eftirskúla, kanska sum eitt alternativ til 10. flokk ella miðnám.

 

- Eg rokni eisini við, at nógv føroysk foreldur uttanlands kundu hugsað sær at sent børn síni til Føroya í eftirskúla.

 

Hann heldur, at ein annar møguleiki er eisini útlendskur ung koma til Føroya á eftirskúla.

 

Seinastu 10 árini eru trý álit skrivað um eftirskúla í Føroyum, men orsøkin til, at onki er komið burturúr, er bara tí at politiski viljin manglar.

 

Herálvur Jacobsen sigur, at ein eftirskúli í Føroyum má hava eitt fjølbroytt útboð av lærugreinum, sum spenna vítt, men tað, sum er altavgerandi, er, at støðið er høgt. Er tað ikki tað, fara ung ikki á eftirskúla í Føroyum, heldur hann.

 

Hann heldur, at ein eftirskúli skal ikki vera í Havn, tí endamálið er nettupp, at næmingarnir búgva og eru í skúlanum. Hinvegin dámar honum ikki, at skúlin liggur á fjarskotnum plássum.

 

- Í mínum hugaheimi er tað skilagott at staðseta ein eftirskúla í einum størri øki, tí tað er har ungfólk vilja vera, sigur hann.

Nýggjasta uppskotið er at byggja ein eftirskúla á Drelnesi í Suðuroy

 

- Fyri Suðuroynna er ein slíkur skúli ógvuliga týdningarmikil, tí hann kann verða brúktur til nógv endamál, eisini í ferðavinnuhøpi, tá ið summarferia er, sigur Herálvur Jacobsen.