Hvat hevur tú at siga um árið 2014?
- Eg havi gjøgnumskoðað ein tendens, sum fylgir mær: Líkatøl ár eru buldraslig ár, og ólíkatøl ár eru friðarlig ár. Tá tað buldrasliga árið stendur upp á, dámi eg einki og vil gjarna úr tí vaggandi bátinum. Men, eftir sum árið fyri gav mær orku, og árið eftir er til at koma fyri seg aftur í, so er hetta ein okey avtala, sum eg opinbart havi gjørt við onkran, sum vit ikki síggja við berum eygum.
Johan í Kollafirði vísir á, at árið 2014 var buldrasligt, um vit kunnu góðtaka, at fyri ein urtapott er tað serstakliga buldrasligt at blíva varisliga tikin upp við rót og plantaður í ein størri pott.
- Fyri meg var tað ógvuliga hart at flyta niður og koma upp á pláss. Eg egni meg ikki til at flytast. Eg egni meg so illa, at Rakul og eg hava eina stuttliga søgu um tað: Tá hon - um nøkur ár - sum ein flott dama í besta aldri fer yvir á Ellisheimið at vitja meg, so sær hon gjøgnum vindeyga, hvussu starvsfólkini stríðast við at fáa meg út úr kamaranum og inn í uppihaldsstovuna. Tá hon er liðug at vitja, sær hon aftur gjøgnum vindeyguni, hvussu starvsfólkini stríðast við at fáa meg úr uppihaldsstovuni og inn aftur í kamarið. Eg vil vera har, sum eg eri! Og tað eri eg tíbetur oftast.
Hvar og hvussu heldur tú nýggjár?
- Nógv er broytt við mær, síðan eg sum 16 ára gamal við einum fullum posa av fýrverki helt, at boygdar bamsur og kinesarar vóru verðins 8. vidundur. Tá var eg púra upptikin av fýrverki og kruvdi romaraljós og stoytti krútið í rakettir og klistraði eingangs-tendrar upp á síðuna.
Johan í Kollafirði sigur, at hann seinastu árini slett ikki hevur keypt fýrverk og hevði slett ikki torað at sent eina heimagjørda raket við at halda henni í hondini. Men, tá tað er sagt, dámar honum væl at standa trygt aftan fyri okkurt og hyggja at.
- Vanliga eru vit á Argjum hjá mammu og eta fondué við øllum hugsandi ið hartil hoyrir. Radio og sjónvarp eru frá, fólk flenna og ganga í hattum og børnini senda fýrverk. Tað er ein super nýggjársaftan. Í ár eru vit einsamøll á bóndagarðinum. Líka sum á jólum. Eitt sindur forsøgd... orienteringsfasan eitur tað á fínum máli, sigur Rakul, sum lesur til psykolog.
Gevur tú nýggjárslyfti?
- Vanliga ikki, men hesaferð havi eg gjørt eitt. Okkurt hendi við mær, nú eg knappliga eri "settur uttan fyri spælið". Eg eri farin at lesa status updates á facebook um børn og kakur og trýsti í heilum á "like" og smílist býtt.. kanska mær leingist. Eg veit ikki. So ein dagin fór eg slaviskt gjøgnum mín vinarlista á 5.000 fólk og sá, hvussu ófatiliga nógv fólk eg kenni. So, eg havi sett mær fyri at skriva eitt pinkalítið bræv til øll sum hava føðingardag í eitt heilt ár, so eg næsta nýggjársaftan kann siga: Hygg, eg havi skrivað til hasa, sum hevur bundið hasar sokkarnar - ella: Hygg, eg havi skrivað til tann, sum hevur flett handa veðrin.
Hevur tú nakað nýggjársynski?
- Ja og nei. Eg lærdi nakað, tá eg á sinni fekk tennirnar rættaðar og gekk við boyla sum 40 ára gamal: Í botn og grund blivu nakrar forstýrandi tenn trektar út og blakaðar vekk, og so fóru allar hinar tennirnar upp á tað plássið, sum tær allatíðina burdu havt verið á. Hetta sigi eg ikki fyri at undirminerað arbeiði hjá tannrættaranum, tí man skal søreme vita, hvørja tonn at trekkja. Men, filosofi'in í hesum gjørdi mítt nýggjársynski: Eg ynski bæði mær og okkum øllum meira av ongum. Meira pláss, frið og harmoni. Eg ynski nøkur forstýrandi elementir trekt út, serliga tey bureaukratisku og politisku, so vit øll kunnu fara á tað plássið, sum vit allatíð eru ætlaði at verða á - og í friði byrja at virka optimalt fyri okkum sjálvi og hvønn annan.
Hvussu væntar tú, at 2015 verður hjá tær og tínum?
- 2015 er eitt ólíkatal ár. Eg vænti mær eitt heilt, langt ár av nógvum ongum, har vit fara at kálka grund, tjøra bindingsverk, reinsa mosa av takinum, mála vindeygu. Seta eplir niður og taka upp. Eina rúgvu av øllum tí, sum meiningin er.
At enda ynskir Johan í Kollafirði øllum eitt hjartaliga gott nýggjár, har hann vónar, at tey á bóndagarðinum fara at fáa nógvar kendar og ókendar gestir á gátt.