Ógvuslig tropisk ódn rakar Japan

Fleiri enn 860.000 fólk eru biðin um at rýma úr ávísum økjum, nú ein tropisk ódn nærkast syðra parti av Japan.

Japan hevur verið rakt av fleiri tropiskum ódnum, harav onkrar hava kostað nógv mannalív.

Ein ógvuslig tropisk ódn við vindstyrki upp í 70 metrar um sekundið nærkast syðra parti av Japan, og heitt er á fleiri hundrað túsund fólk um at rýma undan ódnini.

Talan er um ódnina, sum rópt verður Shanshan, og sum nú nærkast oynni, Kyushu, sum liggur í syðra parti av Japan. 

 

Sagt verður, at í hesum øki búgva 12,5 milliónir fólk tilsamans.

 

- Væntandi er, at tropiska ódnin rakar syðra parti av oynni Kyushu hósdagin, sum er í morgin, sigur eitt talsfólk fyri myndugleikarar í økinum, Yoshimasa Hayashi. 

 

Roknað verður við ógvusligum hvirluvindum og oysandi regni, tá ódnin rakar. 

 

Yoshimasa Hayashi sigur, at talan er sambært japanskum myndugleikum um eitt ódnarveður, sum mong ongantíð áður hava upplivað. 

 

Tað er Meteorologiski stovnurin í Japan (JMA), sum boðar frá herviliga ódnarveðrinum.

 

Myndugleikarnir hava heitt á 810.000 fólk í Shizuoka-landslutinum um at rýma, og 56.000 eru biðin um at rýma á oynni, Kyushu, veit tíðindastovan NTB at siga.

 

 

 

Japan hevur verið rakt av fleiri tropiskum ódnum, harav onkrar hava kostað nógv mannalív.