Tað er framvegis ongin framdrift í samráðingunum ímillum Aksel V. Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum og Meginfelag Sjúkrakassa Føroya um, hvat skal verða av ognunum hjá sjúkrakassunum í kjalarvørrinum á, at vit nú hava fingið eina almenna heilsutrygd.
Talan er um einar 40 milliónir, sum sjúkrakassarnir eiga.
Sjúkrakassarnir vilja varðveita ognirnar, ella í minsta lagi ein stóran part av teimum, til eina sjálvbodna heilsutrygging, sum skal vera eitt ískoyti til almennu heilsutrygdina.
Hinvegin vil landsstýrismaðurin, at peningurin skal fylgja við yvir í heilsutrygdina og brúkast til gransking og onnur almannagagnlig endamál.
Partarnir hava staðið langt frá hvørju øðrum og tað gera teir framvegis.
Ætlanin var, at sjúkrakassarnir skuldu umsita heilsutrygdina í eini skiftistíð. Men har settu teir stutt fyri jól sum treyt, at ein loysn verður funnin á ognunum fyrst. Og tann loysnin skuldi vera, at sjúkrakassarnir varðveittu helmingin av ognunum.
Tað vildi landsstýrismaðurin ikki góðtaka og gjørdi ístaðin avtalu við starvsfólkið á sjúkrakassanum í Klaksvík um at umsita heilsutrygdina fyri fyrst.
Og har standa partarnir so og hvørgin vil víkja.
Hans Pauli Højgaard, nætformaður í Meginfelag Sjúkrakassa Føroya, sigur, at lítil og ongin framdrift er í samráðingunum, men hann vil ikki siga, at tær eru slitnaðar.
Meginfelag Sjúkrakassa Føroya hevði fund í fyrradagin at umrøða støðuna.
Eftir tann fundin skrivaðu við heilsumálaráðnum bræv, har vit staðfestu, at vit eru sinnað at halda fram við samráðingunum, so nú bíða vit eftir svarið úr heilsumálaráðnum, sigur Hans Pauli Højgaard.
Men sjúkrakassarnir eru framvegis avgjørdir um, at teir vilja ikki lata ognirnar av hondum uttan víðari.