Finnur Helmsdal,
tjóðveldismaður
___
Edmund Joensen, løgtingsformaðurin tykist viðhvørt gloyma, hvør tign helst eigur at vera knýtt at bæði løgmansembætinum og somuleiðis persóninum, sum situr í tí. Edmund hevur skrivað nøkur lesarabrøv, síðan hann settist í sessin 2002, og er einki teirra einum løgtingsformanni verdugt. Feskasta dømi er, nú hann nýtir Vagn Mikkelsen og Hera Ziska sum umbering fyri enn eina ferð at hunddálka Tjóðveldisflokkin. Lesarabrævið er sum so ikki so galið orðað, so kanska hevur løgtingsformaðurin leitað sær hjálp í so máta. Hin vegin man hann sjálvur hava staðið fyri innihaldinum, sum er ófantaliga persónligt og niðurgerandi. Sær sjálvum líkt, viðgerð løgtingsformaðurin ikki boðskapin hjá Vagni og Hera, men nýtir høvi til at spæla gomlu vinylplátu sambandsins, um at einki ber til uttan danska peningin. Vit føroyingar kunnu ikki fara fram uttan danskan pening, vit kunnu ikki fara undir dagsins gerning uttan danskan pening, vit kunnu ikki fara til songar uttan danskan pening. Fari við hesum at skjóta upp, at Edmund, so skjótt til ber, endurinnspælir sangin: Give me more, og at hann nýtir Marius og Helga sum ju-hu dreingir.
Maðurin er vinnulívsmaður Edmund Joensen, er ikki bara ein vanligur sambandsmaður. Nei, hann hevur verið løgmaður, hann er løgtingsformaður, og so er hann av fleiri mettur, sum tann veruligi sambandski sjefideologurin. Ikki tí tað júst stendur nakar odeologiskur odeurur av flokkinum júst nú, men tað man tað heldur ikki hava gjørt nakrantíð. Umframt øll tey tungu politisku álitisstørvini, so telist Edmund Joensen millum okkara stóru vinnulívsmenn. Hann er løgtingsformaður fyri samgonguni, sum skal bjarga Føroyum burtur úr stagnatiónini og ikki minst naggatódnini á vinnuliga økinum. Men hvør er uppskriftin sambært løgtingsformanni okkara. Stutt og greitt, øktan blokkstuðul úr Danmark.
Í lesarabrævinum speirekur Edmund teir báðar Vagn og Hera fyri at endurtaka orð og hugtøk, sum formaður tjóðveldisfloksins skal hava funnið uppá. Tað skal ikki undra, um ein fyrrverandi løgmaður og verandi løgtingsformaður ikki hevur hoyrt orðið raðfesting grett fyrr, enn Høgni Hoydal sum andstøðuleiðari á tingi sera viðkomandi hevur nýtt hetta orðið og fyribrygdið nakrar ferðir. Men eg kann upplýsa fyri Edmundi Joensen, at orðið ikki er nýtt, og at bæði Vagnur Michelsen og Heri Ziska hava kent orðið og arbeitt sambært tí í nógv ár. Tað er nevniliga soleiðis, at raðfestingar og ábyrgd er sera nær knýtt hvørt at øðrum. Men tit, sum bara vilja loysa alt við pengum frá øðrum, tit kenna ikki til sambandið millum hesi oðrini.
Meðan vit eru við hugtøk og orð, sum politisku vengrirnir hava nýtt ella fjalt seg undir, so hevur verandi samgonga nýtt og misnýtt orðið privatisering mest sum út í eitt, síðan samgongan sá dagsins ljós. Og nú fingu vit so at síggja, hvat veruliga liggur aftan fyri hesa privatiserinspsykosuna. Á náttar tíð selja almennu Føroyar fiskiveiðurættindi, sum framhaldandi skulu verða alment fíggjað við svartkjafti, sum er ogn Føroya fólks, til privatar persónar. Sjálvandi skulu vit privatisera, men skal hetta fara fram í dagsljósi og sambært ætlanum, sum helst alt tingið er samt um. Vit trúðu, at tíðin var farin frá, at gulleggini rulla út millum fingrarnar á okkum. Men kanska er tað ikki so løgið allíkavæl, tí løgtingsformaðurin, veruligi sambandski sjefideologurin og vinnulívsmaðurin, Edmund Joensen, avdúkar í lesarabrævi, at grundstuðulin undir føroyska samfelagnum er ikki vinnulívið men danskir pengar. Føroyskt vinnulív skal nú sum áður bert byggjast á eitt, nevniliga at bíða eftir hægri fiskapísum. Tá prísurin er í lagi fyllir fyritøkan lummarnar, tá prísirnir eru lágir, tá verður fólkið sent til hús so at siga uttan lønartrygd. Vinnulívsmaðurin hevur talað.