Ofta oljudálking

DÁLKING: Umhvørvisstovan heitir inniliga á fólk um at boða frá, tá ið oljua rekur á sjógv

Seinastu tíðina hava fleiri tilburðir verið av oljudálking.
Leygardagin fyriníggju døgum síðan var ein stór oljudálking frá russiskum trolarum, sum lógu í Norðhavnini í Ánunum. Henda oljudlking, sum kostaði reiðarínum hjá skipunum 25.000 krónur í bóti og 5,5 mió. krónur í endurgjaldi, varð ikki fráboðað.
Mánadagin í seinastu viku var tað Blikur, sum misti tungolju á sjógv. Tað óhappið varð fráboðað.
Seinasta leygarkvøldið fór nakað av gassolju á sjógv frá trolaranum Haki í Norðhavnini. Hetta óhappið varð fráboðað, og eingin skaði hendi.
Higartil í ár eru fimm oljudálkingar fráboðaðar til MRCC, sum er myndugleikin, ið skal hava fráboðanum oljudálkingar á sjónum. MRCC skal eisini fráboðast tá vandi er fyri oljudálking. MRCC hevur telefon 351300.

Hevur skund
Umhvørvisstovan minnir á, hvussu umráðandi tað er at boða frá skjótast gjørligt, so oljan kann verða tikin upp aftur skjótt.
Í havumhvørvislógini er ásett, at oljudálkingar skulu fráboðast, og er tað tí revsivert ikki at boða frá. Verður tað ikki gjørt, gerast bæði umhvørvisligu og peningaligu avleiðingarnar av dálkingini størri. Jú meiri orka skal brúkst til at rudda upp, størri verður endurgjaldskravið ímóti dálkaranum. Týdningurin av at boða frá kann væl lýsast út frá teimum báðum oljudálkingunum í farnu viku, sigur Umhvørvisstovan.
randi@sosialurin.fo